Siglandi drona kring Suðurpólin

Ein siglandi ómannað drona hevur gjøgnumført
fyrstu ferðina kring Suðurpólin, ein túr uppá 22.000 kilometrar, sum varð
gjørdur eftir 196 døgum. Dronan, SD 1020, hevði eina røð av sensorum, sum hava
savnað upplýsingar um veðurlagið í økjum, sum higartil ikki eru kannað.



 



Á langa túri
sínum megnaði sjey metrar langa dronan at sigla í 15 metrar høgum aldum, í
vindi og hvirlum uppá 130 km/t, og samanstoytir við risastór ísfjøll.



 



Í havnini í Bluff
í Nýsælandi hevur dronan skrásett millum annað prógv fyri, at Suðuríshavið
gevur frá sær nógv meira CO2 vetrarmánaðirnar. Tað eru upplýsingar, sum kunnu
fáa stórar avleiðingar fyri alheims veðurlagsmodellini.



 



Tríggjar dronur
vórðu upprunaliga sendar avstað, men bara SD 120 megnaði allan túrin.



 



Tað er Saildrone,
sum eigur dronuna. Felagið eigur ein røð av vind- og sólriknum dronum, sum
allatíðina gera ymsar kanningar á heimshøvunum.



 



Kelda:
Saildrone/Maritime Danmark