Sjórænarar tikið ferðafólk til gísla uttanfyri Kamerun


















Seks vápnaðir sjórænarar lupu sunnudagin á ein
manningarbát fimm fjórðingar uttanfyri Limbe í Kamerun, og tóku eitt ferðafólk
til gísla. Manningarbáturin var á veg úr havnini í Limbe til eitt skip, sum lá
fyri akker tætt við, tá sjórænararnir lupu á.



 



Gíslatiknað
ferðafólkið skal vera tikið til Bakassi-hálvoynna.



 



Álopið varð framt
aftaná 10 friðarligar dagar í Guineavíkini. Seinast, frætt varð frá líknandi
hending í økinum, var 21. januar, tá sjórænarar lupu á MSC Grace, sum var á veg
frá Lagos til Port Harcourt.



 



Tá varð sagt, at
ein skjóttgangandi svartur bátur við 15 vápnaðum sjórænarum og einum hvítum
flaggi, skutu móti farmaskipinum, MSC Grace. Men trygdardeild umborð á
farmaskipinum fingu sjórænararnar at taka til rýmingar.



 



Guineavíkin er í
løtuni vandamiklasta havumráðið at sigla í, tá tað kemur til vandan fyri
sjórænaraálopum.



 



Kelda: Maritime
Danmark