Sjóvindmyllur fara at geva eina rúgvu av arbeiðsplássum

Um útbyggingin av sjóvindi í Norðsjónum verður gjøgnumførd fram móti 2050, soleiðis sum ætlanin er, fer tað at krevja 38.100 ársverk bara til tey, sum skulu vera umborð á skipunum. Haraftrat koma ársverkini innan logistikk, havnir og útgerðarveitarar.

 

Sjóvindmyllulundir og orkuoyggjar fara at krevja tíggjutúsundtals arbeiðspláss í sjóvinnuni. Ikki bara í Eystursjónum, men eisini í sjóøkinum vestanfyri Danmark, nevniliga í Norðsjónum.

 

Vinnufelagið Danske Rederier, sum hevur nógvar limir, sum millum annað seta vindmyllur upp, taka sær av at flyta tøkningar, leggja kaðalar og sigla útgerð til vindmyllulundirnar, hava roknað við, hvat nógvu gigawattini krevja av arbeiði: Fleiri tíggjutúsundtals.

 

Arbeiðsveitslan kann saktans koma at vara langt inn í framtíðina, um hugt verður eftir, hvat arbeiðið, ætlanirnar koma at tryggja.

 

Tað kunnu vera nakrar forðingar á vegnum, sum skulu burturbeinast, siga Donsk Reiðarí. At skula ganga undir politisku ambisjónirnar um sjóvind meinar felagsskapurin millum annað, at útboðs- og góðkenningar mannagongdin fyri sjóvindmyllulundirnar skulu gerast virknari.

 

Kelda: Søfart