Sjóvinnubrøvini skulu endurnýggjast

Sum partur av STCW 2010-sáttmálanum eru
nýggj krøv komin til sjóvinnubrøvini hjá navigatørum. Allir navigatørar skulu
hava endurnýggjað síni sjóvinnubrøv til eitt STCW 2010-bræv innan 1. januar
2017. Saman við nýggju sertifikatunum fylgja harumframt nýggj krøv um skeið.

”Vit hava syrgt fyri, at øll gomul sertifikat  - STCW 95 – fara úr gildi í seinasta lagi 31.
desember 2016. Sostatt skulu øll donsk sjóvinnubrøv skiftast út innan henda
dagin”, sigur Klaus Frost Geertsen, ráðgevi í Sjóferðslustýrinum.



Sjóferðslustýrið er longu farið undir at útflýggja nýggj brøv, so um eitt bræv
stendur til útskifting, ber longu nú til at fáa nýggja brævið, sum er galdandi
í fimm ár.



Broytingarnar í STCW-sáttmálanum bera í sær, at allir navigatørar skulu hava
eina útbúgving í ECDIS, um teir skulu sigla við skipum, ið eru útgjørd við
ECDIS.



Øll, ið hava staðið eina navigatørútbúgving síðani desember 2002, hava fingið
útbúgving í ECDIS sum part av undirvísingini. Fyri heimaskiparar er
útgangsstøðið desember 2008, men hetta verður kannað nærri í sambandi við
umsóknina út frá útbúgvingini, viðkomandi hevur tikið.



Hevur tú eina útbúgving, sum er eldri enn nevndu dagsetingar, verður neyðugt at
taka eitt skeið í ECDIS, sum kann fáast við at venda sær til góðkendar skeiðsfyriskiparar.
Hevur tú ikki útbúgving í ECDIS, kanst tú kortini fáa eitt STCW 2010 bræv
útflýggjað, men tað verður við átekning um, at brævið ikki er galdandi til
skip, útgjørd við ECDIS.



Kravið um ECDIS-skeið er longu galdandi nú, um tú skalt hava nýtt sjóvinnubræv.

Tá sjóvinnubrøv, útskrivað sambært STCW 2010, skulu
endurnýggjast, verður tað við kravi um, at móttakarin hevur verið til
endurvenjingar í sjótrygd og brunaviðurskiftum. Fyrstu brøvini skulu endurnýggjast
í 2017, men Sjóferðslustýrið fer at áseta reglur fyri endurvenjing í 2014, so
góð tíð er til at planleggja og fremja neyðugu venjingina.



Nýggju reglurnar um endurvenjingarskeið verða annars galdandi fyri alla
manningina umborð.



Kelda: Søfartens Ledere