So stórt verður heimsins størsta bingjuskip

Bara 208 teu eru á muni millum nýggjasta skipið hjá HMM og MSC Gulsun, sum í løtuni er heimsins størsta bingjuskip. Men tað er nóg mikið til at gera HMM Algericas til nú heimsins størsta bingjuskip – við sínum 23.964 teu.

 

Nýggja skipið er tað fyrsta í einari røð uppá sjey.

 

Hyundai Merchant Marine hevur nú avdúkað neyva kapasitetin hjá HMM Algericas, sum seinasta hond í løtuni verður løgd á Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering í Suðurkorea.

 

Tað verður altso møguligt at lasta skipið við 23,964 20-fóts-bingjum umborð á 400 metrar langa skipinum, sum ætlandi skal setast í rakstur á Asia-Norðurevropa-farleiðini hjá reiðarínum.

 

Hvussu leingi, HMM kan reypa av at hava heimsins størsta bingjuskip í flota sínum, er ein góður spurningur. Eisini MSC og CMA CGM ætla at lata smíða risastór skip við plássi til 24.000 teu. Og sambært Alhpaliner eru Hapag-Lloyd, Cosco og Ocean Network Express eisini ávegis at bíleggja hetta slagið av skipum, sum sambært greiningarfyritøkuni verða rópt “megamax-skip.”

 

Nógv er hent, síðan fyrsta skipið í Triple E-flokkinum, Mærsk Mc-Kinney Møller, kom á marknaðin í 2013. Tað var heimsins størsta skip tá við einum kapasiteti uppá 18.270 teu.

 

Kelda: Splash / Maritime Danmark