Soleiðis ávirkar corona-virusið farmasiglingina


















Coronavirusið, sum kann vera deyðiligt, sær í
løtuni út at gerast stóra avbjóðingin hjá stórum pørtum at shipping-ídnaðinum.



 



Eitt virus, sum fyri
bara fáum vikum síðani ikki var til, fyllir nú alheims fjølmiðlar. Talan er um
eina virussjúku, sum smittar illa, og sum rakar niðaru andaleiðirnar. Sjúkan
hevur rakt farmavinnuna hart á fleiri økjum.



 



Danska blaðið Søfart skrivar, at kinesiskar
skipasmiðjur nú royna at tryggja seg við “force majeure”, sum er grein í einum
sáttmála, ið setir báðar partar í einum sáttmála leysar í heilt serligum førum.
Og coronavirusið verður mett sum eitt sovorðið heilt serligt føri. Hetta
hendir, meðan bíðirøðin av skipum, sum skulu í dokk, bara verður alt longri, og
handanir av nýbygningum verða útsettar.



 



Timingin er
ógvuliga óheppin, tí kinesiskar skipasmiðjur hava meira enn úr at gera við at
seta “skrubbarar” í skip í sambandi við nýggju svávulkrøvini hjá IMO,
International Maritime Organisation, sum er stovnur undir ST.



 



Krøvini komu í
gildi 1. januar 2020.



 



Kortini eru allar
kinesiskar havnir í drift – uttan havnir í Hubei-landslutinum, har Wuhan er
høvuðsbýur. Men manningarnar í havnunum eru nógv minni í tali enn vanligt, og
tað tekur tískil nógv longri tíð at avgreiða skipini enn vanligt.



 



Í krús-vinnuni er
virus-útbrot eitt tað ringasta, sum kann henda, ikki minst eitt tíðarskeið í
árinum, har flestu ferðirnar skulu seljast. Men tað er júst hetta, sum er hent
umborð á “Diamond Prinsess”, sum í farnu viku fekk 14 dagar karantenu við
Yokuhama í Japan.



 



Higartil hava
royndir víst, at 61 av teimum 3.711 ferðafólkunum umborð hava fingið corona-smittuna.
Hesi 61 ferðafólkini eru flutt burtur, og restin av teimum umleið 3.700
fólkunum umborð hava fingið boð um at halda seg inni á kømrunum. Tey fáa mat og
annað inn á kømrini.



 



Samstundis er
krús-skipið, World Dream, við 1.800 ferðafólkum, dømt í karantenu í Kongkong
til øll, sum eru umborð, eru kannað. Higartil hava trý teirra víst seg at hava
fingið smittuna.



 



Turrlast-skipini sigla stórtsæð sum vanligt, tí t.d. kol og málmur
verður lossað mekaniskt ella við ógvuliga lítlari manning í kinesiskum
móttakarahavnum. Eitt undantak er kortini timbur, og tað merkist ógvuliga væl í
Nýsælandi. Har eru skógararbeiðarar í øllum Nýsælandi sendir heim í óásetta tíð.



 



Hinvegin kann tað
eisini fáa stóra ávirkan í Kina, um byggjaríið og ídnaðurin ikki kemur uppaftur
í ferð heilt skjótt.


Kelda: Søfart