Stellar Banner farið til botns

Brasilsku myndugleikarnir hava nú við vilja søkt risa farmaskipið, Stellar Banner, sum í februar mánað fekk eina 25 metrar langa rivu í skrokkin, tá tað rakti botnin í einum øki uttanfyri terminalin hjá Vale í Maranhao har norðuri í Brasil.

 

Skipið fekk stóra slagsíðu eftir at hava fingið ein leka, og nógvur sjógvur kom inn í skipið gjøgnum lekan. Manningini forðaði fyri at 301.000 dwt stóra skipið holvdist við at sigla tað upp á eitt sandriv einar 60 fjórðingar úr brasilsku strondini.

 

Kanningar hjá kavarum avdúkaðu seinni, at skaðarnir á skrokkinum vóru so álvarsligir, at skipið ver mett sum vrak.

 

Síðan eru 145.000 tons av jarnmálmi og alt brennievnið tikið úr skipinum, og fríggjadagin varð tað sleipað út á djúpri sjógv og søkt.

 

Tað vóru framvegis 125.000 tons av jarnmálmi umborð á skipinum, tá tað fór til botns, men jarnmálmurin er ongin vandi fyri havumhvørvið sambært brasilskum myndugleikum.

 

Kelda: Maritimedanmark