Stena Line gevst við farleiðini millum Frederiksavn og Oslo

Stena Line gevst nú endaliga við farleiðini millum Frederikshavn og Danmark – eftir 40 ár. Tað hendir sum avleiðing av koronakreppuni, og útlitini til at øll háárstíðin skal fara fyri skeyti, skrivar reiðaríið í tíðindaskrivi. 30 norsk arbeiðsfólk missa arbeiðið.

 

“Tað er ein søguliga hørð støða, sum noyðir okkum at taka truplar avgerðir. Farleiðin Frederikshavn-Oslo er tengd at ferðafólkaferðsluni burturav og týdningarmiklu háárstíðini um summarið. Vit hava mett um støðuna, nú alt bendir á, at vit missa alt summar. Og vit tora ikki at dúva upp á summarið í næsta ár, sum vit onki vita um. Tí er tað við tungum hjarta, at vit noyðast at niðurleggja farleiðina endaliga,” sigur Niclas Mårtensson, forstjóri í Stena Line.

 

Stena Saga hevur siglt hesa farleiðina síðan 1994, og farleiðin hevur verið til undir Stena Line í 40 ár. Serliga norðmenn hava brúkt hesa rutuna.

 

Tey 30 starvsfólkini, sum missa arbeiðið, arbeiða á skrivstovum hjá felagnum í Noregi.

 

Kelda: Maritime Danmark / Stena Line