Stórabretland: Evropisk lond mugu verja Hormuzsundið


















Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, heldur,
at Iran ber seg at sum sjórænarar.



 



Stórabretland vil
menna eina evropiska flotadeild, sum skal verja skip, ið sigla gjøgnum
Hormuzsundið. Tað hendir eftir, at Iran legði hald á eitt bretskt tangaskip
fríggjadagin í farnu viku.



 



Bretski
uttanríkisráðharrin skuldsetur Iran fyri at bera seg at sum sjórænarar, og at
framferð teirra fer at fáa altjóða avleiðingar, skrivar DR.



 



Hann sigur kortini
onki um, hvørji evropisk lond, talan skal vera um ella nær, ætlanin verður sett
í verk.



 



Sambært iranskum
myndugleikum varð hald lagt á bretska tangaskipið sum hevnd fyri leiklutin hjá
Bretlandi, tá hald varð lagt á eitt iranskt tangaskip við Gibraltar herfyri.



 



Kelda: DR