Størsta seglskipið í Noregi

“SC Connector” er við stuðuli frá Enova vorðið størsta seglskipið í Noregi.

 

Hesa vikuna fer ro-ro skipið, SC Connector, sum Sea-Cargo eigur, at koma aftur eftir umbygging. Við stóru framtíðarhugsaðu seglunum á dekkinum, skal skipið sigla millum heimshøvini.

 

- Í góðum vindviðurskiftum fer skipið at kunna sigla uttan at nýta høvuðsmotorin, sigur forstjórin í Sea Cargo, Ole Sævild.

 

- Vit taka atgongiliga orku í nýtslu, og nýta hana til beinleiðis framdrift. Í einari hybridútgávu saman við høvuðsmotorinum rokna vit við at minka um vakstrarhús nýtsluna og CO2-útlátið við 25 prosentum árliga, sigur Ole Sævild.

 

Av tí, at Enova veitti stuðul til ætlanina, er hon vorðin veruleiki. Rotorseglini eru 35 metrar høg, 5 metrar í tvørmát og kunnu lækkast eftir tørvi. Hendan serliga segl-tøknin er longu væl roynd á marknaðinum, men støddin á hesum seglunum er kortini serlig. Seglini eru eisini nógv virknari enn vanlig segl í somu stødd.

 

- Skipið verður sjónligt á sjónum og fer at skapa uppmerksemi bæði í Noregi og altjóða. Nú fara vit at gera okkum royndir við hesum seglunum, áðrenn vit fara at seta segl umborð á onnur skip hjá okkum, sigur Ole Sævild.

 

Skipið er 12.250 tons og seglmastrarnar eru 35 metrar høgar.

 

Kelda: Skipsrevyen