Størsti hollendskt smíðaði stuttleikabáturin


















Higartil longsti hollendskt smíðaði
stuttleikabáturin, hin 99,95 metrar langi, Moonrise, hevur fyri fyrstu ferð sæð
dagsins ljós uttanfyri skipasmiðjuhøllina í Makkum í Hollandi. Tað er har,
heimskenda stuttleikabáta-skipasmiðjan, Feadship, smíðar síni skip.



 



Stuttleikabáturin,
sum eisini er sniðgivin í Hollandi, er 15,5 metrar breiður, og hevur pláss til
16 gestir í 8 stórum dupultkømrum. Haraftrat koma marglætiskømur og annað til
manningina, sum fer at vera uppí 32 fólk.



 



Serliga nógv er
gjørt fyri at minka um ljóð og ristingar fra motorunum, og skrúvurnar er
sniðgivnar soleiðis, at tær larma minst møguligt, bæði, tí hædd verður tikin
fyri teimum, sum eru umborð, men eisini fyri djóralívinum í havinum.



 



Onki verður sagt
um, hvør eigur skipið.



 



Kelda: Maritime
Danmark