Myndugleikarnir á Gibraltar arbeiða av øllum alvi fyri at sleppa undan stórari oljudálking frá farmaskipinum OS35, sum er strandað 700 metrar frá strondini – við einari vveldugari sprungu í skrokkinum. Ein bjargingarætlan fyri skipið er á veg, m.a. tí skipið hevur fleiri hundrað tons av bunkarolju umborð.
32.362 dwt. stóra skipið varð við vilja siglt á land eftir ein samanstoyt við eitt LNG-tangaskip týsmorgunin. Vandi var fyri, at skipið annars fór at søkka og elva til stóra oljudálking.
Men nú hava kavarar funnið eina 10 metrar langa og 4 metrar breiða sprungu í skrokkinum, sum hevur gjørt skipið óstabilt. Myndugleikarnir bera ótta fyri, at skipið fer at fara um tvøran.
Fyribils er eingin olja kortini likin úr skipinum, sum liggur inni í eini stórari oljusperring, upplýsir stjórnin á Gibraltar.
Ætlanin er at sigla ein bunkarprám tætt upp at strandaða skipinum og pumpa oljuna úr skipinum. Talan er um 215 tons av bunkarolju, 250 tons av diesel og 27 tons av smyrjolju, sum skal pumpast yvir í prámin, tá veðrið loyvir tí.
Við einari pumpuferð upp á 15 tons um tíman, kann tað taka upp í tvey samdøgur at tøma skipið.
Kelda: Trade Winds