Suez-ferðslan vaks undir Covid-19 farsóttini

Hóast lond kring heimin vóru niðurlæst, upplivdi Suez-veitin vøkstur í talið av skipum, sum sigldu gjøgnum veitina. Vøksturin var 8 prosent fyrstu fimm mánaðirnar samanborið við somu tíð í fjør. Tað vísir ein greining, sum Peter Sand, shippinggreinari hjá BIMCO hevur gjørt.

 

“Shippingmarknaðurin verður verðandi í miðdeplinum á altjóða búskapinum, og hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, sum vit kenna hann. Virksemið í handilsflotanum hevur verið merkisvert stórt, hóast vit hava stríðst við eina tí ringastu kreppuna, bæði menniskjansliga og búskaparliga, í langa tíð. Handilsflotin hevur megnað at tikið ógvusligu avbjóðingarnar og mótvindin fyrstu mánaðirnar í 2020, sigur Peter Sand, shippinggreinari.

 

At ferðslan av tangaskipum og bulkskipum er vaksin met nógv í mai mánað kemur millum annað av øktum eftirspurningi grundað á svávulreglurnar hjá IMO fyri 2020, partvís kríggið um oljuprísin, sum sendi prísin í botn. Men tangaskipagjøldini vóru í botni.

 

Økta talið á gjøgnumsiglingum við turrlastskipum í Suez-veitini hesa tíðina, er sambært Peter Sand ikki so einfælt at greiða frá, tá hugsað verður um mótburðin, sum bulkarar hava upplivað hesa tíðina.

 

“Frágreiðingin kann partvís liggja í teimum tilboðum og rabattum, sum bulkarar hava fingið, partvís nýggju svávulreglurnar, sum í byrjanini av 2020 høvdu við sær brennievnikostnaðir,” skrivar Peter Sand í greinginini.

 

Kelda: Maritimedanmark og Bimco