Tide Carrier hildin aftur í Noregi

Farmaskipið Tide Carrier, ið eftir eitt maskinbrek í februar var fáar metrar frá at fara á land út fyri Bergen, hevur fingið forboð ímóti at fara úr norskum sjógvi. Orsøkin er, at norsku myndugleikarnir halda, at eigararnir av skipinum ætla at sigla tað til upphøggingar á eini strond í Pakistan.

Myndugleikarnir meta tí skipið sum ”serligt burturkast”, ið krevur serligt loyvi, áðrenn tað kann fara úr Noregi.

Hetta er sambært norska Umhvørvisdirektoratinum fyrstu ferð, at myndugleikarnir taka arrest í einum skipi á hesum grundarlagnum.

”Vit halda tað vera sera sannlíkt, at Tide Carrier (ið nú eitur Harrier) er á veg til ólógliga upphøgging í Pakistan. Skipið er sjálvt burturkast, og hevur burturkast umborð. Tað fær ikki loyvi at fara, fyrrenn vit hava fingið trygd fyri, at tað ikki verður siglt til ólógliga upphøgging, og at burturkastið verður viðfarið forsvarligt”, sigur umhvørvisstjórin Ellen Hambro við Aftenbladet.

Tide Carrier hevur síðani 23. februar ligið við bryggju í Gismarvik til umvælingar. Í dag vóru norskir eftirlitsmenn umborð og kannaðu, um ábøturnar, ið álagdar vórðu skipinum eftir maskinóhappið, vóru framdar. Eftirlitið endaði við, at arrest varð tikið í skipinum.

Keldur siga við Aftenbladet, at undir eftirlitinum vórðu prógv funnin um, at eigararnir av skipinum hava útvegað tí eitt einvegis tryggingarskjal við heitinum ”brake up voyage”, úr Gismarvik til Gadani í Pakistan.

Kelda: Aftenbladet




Video: Norska vaktar- og bjargingartænastan