Týskland vil avmarka íløgur úr Kina

Týskland leggur trýst á ES fyri at samtykkja reglur, sum seta strangari krøv fyri, hvussu stórar íløgur serliga lond sum kunnu Kina kunnu gera í týdningarmikil virki og fyritøkur í ES, millum annað í undirstøðukervið. Tað er serliga shippingídnaðurin, ið leggur trýst á.

 

Fyri fyrstu ferð ætlar Týskland at forða fyri einum kinverskum keypi í Týsklandi, nú kinverjar ætla at keypa Leifeld Metal Spinning. Og týski kanslarin, Angela Merkel, gongur á odda í hesi royndini.

 

Tað er kinverska felagið, Yantai Taihai Group, ið ætlar at keypa Leifeld Metal Spinning.

 

“Eg kann vátta, at áhugaði parturin hevur tikið ynski sítt um góðkenning frá búskaparmálaráðnum aftur,” sigur eitt umboð fyri Leifeld við AFP. 

 

Týska búskaparmálaráðið hevur kannað nei-ligu ávirkanirnar í sambandi við søluna, av tí at Leifeld er fremsti framleiðarin av metalli, sum verður nýtt í bilídnaðinum, til rúmdarferðir og í kjarnorkuídnaðinum.

 

Týskland leggur seg sostatt á somu hørðu linjuna sum USA og Kanada. Í farnu viku keypti týski státurin seg inn í eitt av størstu ravmagns-feløgunum í landinum fyri at mótarbeiða royndunum hjá einum kinverskum felag at keypa seg inn.

 

Keldur: ShippingWatch/Finans.dk/AFP