Ukraina og Russland skriva undir kornavtalu í dag

Eftir ætlan skulu Russland og Ukraina skriva undir eina kornavtalu í dag.

 

Undirskrivingin skal fara fram í Turkaland, og umframt umboðan úr Russlandi og Ukraina, verða eisini forseti Turkalands, Recep Tayyip Erdogan og ST-leiðarin, Antonio Guterres, tilstaðar, tá undirskrivingin fer fram.

 

Í avtaluni millum Ukraina og Russland liggur millum annað, at loyvt skal vera at flyta korn sjóvegis um Svartahavið. Tað upplýsa embætisfólk í turkiska forsætismálaráðnum.

 

Endamálið við avtaluni er at minka matarkreppuna í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.

 

Kelda: e24.no