Bretland hevur latið seks undirsjóvardronur, sum skulu hjálpa ukrainum at rudda burtur russiskar minur undir landi í Ukraina, og soleiðis at økja trygdina fyri farmaskip, sum millum annað sigla við korni úr Ukraina gjøgnum Svartahavið.
Sunnumorgunin fóru seks skip aftrat úr Ukraina við korni, upplýsa turkiskir myndugleikar, og sambært ST eru nú meira enn 100 skip annaðhvørt komin til ella farin úr Ukraina, síðan møguleikin fyri kornflutningi gjørdist veruleiki seinast í juli.
Men vandin fyri at sigla á russiskar minur er framvegis stórur, og tað er orsøkin til bretsku undirsjóvardronurnar, sum nú koma til Ukraina.
- Hendan týdningarmikla útgerðin fer at hjálpa Ukraina at rudda og tryggja økið – og samstundis lætta um kornútflutningin úr Ukraina, sigur bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace.
Við til donasjónina hoyrir eisni at læra ukrainskskar flotahermenn at nýta dronurnar komandi seks mánaðirnar.
Kelda: AlJazeera/Maritimedanmark