Útlátið frá alheims skipum er 800 milliónir tons CO2 um árið


















800 milliónir tons CO2-útlát frá heimsins skipum
árliga ella 20 ferðir samlaða CO2 útlátið hjá Noregi. Málið má vera null-útlát,
sigur Lars Henrik Paarup Michelsen, dagligur leiðari í “Norsk klimastiftelse”.



 



- Um tað skal
eydnast við París-sáttmálanum er ikki nóg mikið at veðurlagsútlátini koma niður
í eina helvt áðrenn 2050, soleiðis sum málið hjá altjóða skipaferðsluni er,
sigur Lars Henrik Paarup Michelsen, leiðari í “Norsk klimastiftelse”.



 



- Málið má setast
hægri sum skjótast, tí málið má vera null-útlát fyri øll skipasløg eftir tríati
árum, sigur Lars Henrik Paarup Michelsen.



 



Hann heldur, at
við strangari altjóða krøvum og fleiri sjófarandi tjóðum, sum taka undir við
hægri veðurlagskrøvum, fer Noreg betur at kunna gera nýtslu av, at landið er
millum heimsins fremstu lond á grøna økinum.



 



- Tað hevði verið
gott fyri umhvørvið og fyri norska virðisøking, sigur Lars Henrik Paarup
Michelsen.



 



Kelda:
Skipsrevyen