Vinnan er klár - nú skal marknaðarførast

Á tiltaki í Vinnuhúsinum í dag varð frágreiðing um sjóvinnuveitingar løgd fram. Úrslitið vísti greitt, at vakstrarmøguleikar eru innan føroyskar sjóvinnuveitingar, og hetta hevur týðandi búskaparliga ávirkan á føroyska samfelagið.

Frágreiðingin sigur m.a., at virksemið innan sjóvinnuveitingar er vaksandi í Føroyum. Mett verður at í 2015 var samfelagsbúskaparliga inntøkan frá maritimum tænastum millum 330 og 430 milliónir krónur um árið. Av hesum verður mett, at umleið 170 mió. kr. eru beinleiðis inntøkur frá sjóvinnuveitingum til útlendsk skip.

 

Í fjør sigldu 600 ymisk skip fleiri enn 2.000 túrar í føroyskum sjóøki. Tey nógvu av hesum skipum leggja ikki at í Føroyum. Hugsast kann, at fleiri av teimum hava tørv á sjóvinnuveitingum, sum føroyskar fyritøkur og havnir kunnu veita.

 

Føroyskar fyritøkur eru á støði við altjóða veitarar. Hetta hava royndir okkara víst seinastu árini, har føroyskar fyritøkur í størri mun hava vunnið kappingina um krevjandi uppgávur við útlendskar veitarar.


Tó staðfestir frágreiðingin, at neyðugt er at betra um føroyska hagtalsgrundarlagið, tí myndugleikar skráseta og goyma ikki nóg væl upplýsingar um skipaferðslu í føroyskum sjóøki.

 

Víst var á, at eisini er tað týdningarmikið at samskipa og staðseta marknaðarføring av Føroyum sum maritiman depil, og byggja víðari á tað arbeiði, sum verandi fyritøkur og myndugleikar hava arbeitt við seinastu árini.

 

Syntesa hevur gjørt frágreiðingina fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið, og tað var Ólavur Gregersen, stjóri á Syntesa, sum bar fram úrslitini.


Á heimasíðuni industry.fo ber til at síggja framløguna. Har ber eisini til at síggja frágreiðingina, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Oljufelagið hava latið gjørt undir heitinum: Sjóvinnuveitingar - støðulýsing og vinnumøguleikar.

 

 

Kelda: Vinnuhúsið