Vinnudagurin verður 30. september í ár

Vinnudagurin 2022 verður hildin 30. september 2022 og til ber at kunna seg um skránna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

 

Vinnudagurin verður í ár, eins og undanfarin ár, hildin í Norðurlandahúsinum, og veitslan verður hildin á nýggja bryggjarínum OY í vinnuliga umhvørvinum á Hálsi í Havn.

 

Tað skrivar industry.fo.

 

Høvuðsfyrilestrahaldarin í ár verður Ole Jacob Sunde, norskur íverkseti og formaður í m.a. Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer. Hann hevur stovnað og rikið Formue A/S, har hann nú er nevndarlimur. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum. ‘Ledelse i turbulente tider’ at røða um týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut  og ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.


Patrycja Riera fer at hava fyrilestur við heitinum’ Diversity? Really? - Why diversity is so crucial in this day and age and how to make it work’. Patrycja er stjóri á Inclusionem og serfrøðingur í inklusjón, fjølbroytni og leiðslu.  Hon fer at tosa um týdningin av fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsplássum, og hvønn leiklut leiðslan hevur í hesi tilgongd.

 

Heitið á kjakinum er ‘Frá Vakstrarforum til veruleika’. Brynhild Thomsen er orðstýrari og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at nýta høvið á Vinnudegnum at almannakunngera nýggju vinnusjónarmiðini hjá felagnum undir heitinum ‘Kappingarførar Føroyar’.

Og ikki minst vera Ársins Virki og Vinnuátakið kosin á Vinnudegnum eins og siður er.

 

Kelda: Heimasíðan hjá industry.fo