Vjetnam og Kina royna at loysa økisósemju

Loysn er í ljósmála í landaósemjuni millum Vjetnam og Kina um
eitt øki í Suðurkinverska havinum. Tað boðaði kinverski uttanríkisráðharrin,
Wang Yi, frá sunnudagin.

- Skulu vit hava eina burðardygga menning í viðurskiftunum
millum Kina og Vjetnam, er neyðugt at loysa landaósemjuna um økini í
Suðurkinverska havinum. Gjøgnum samráðingar skulu vit læra okkum betur at loysa
ósemjur, soleiðis at vit ikki hvør í sínum lagi taka óneyðug stig. Samstundis
skal samstarvið á havinum mennast, segði Yi eftir ein fund við vjetnamesiska
uttanríkisráðharran, Pham Binh Minh, í Hanoi.

 

Í 2014 øktist spenningurin landanna millum, tá Kina fór at
bora eftir olju í umstrýdda økinum tætt við Paracel Oyggjarnar. Nakað eftir
hetta vóru harðir samanbrestir millum skip í Kina og Vjetnam. Í stríðnum søktu
vjetnamesar eitt kinverskt skip.

 

Spenningurin millum Kina og Vjetnam hevur styrkt sambandið
millum Vjetnam og USA. Til dømis undirskrivaði táverandi amerikanski forsetin,
Barack Obama, í 2013 eina avtalu, sum loyvdi vápnaútflutningi til Vjetnam úr
USA.

 

Nú er so líkt til, at vjetnamesar og kinverjar fara at loysa
ósemjuna um landaøkið í Suðurkinverska havinum.

 


































Mett verður, at ein triðingur av allari
skipaferðslu í heiminum gongur gjøgnum Suðurkinverska havið.





Kelda: Maritime Executive og maritimedanmark.dk