Vrakið av japonskum flogbera funnið


















Vrakið av japanska flogberanum, Akagi, sum sakk 5.
juni í 1942 í bardaganum við Midway, er funnið. Tað var kanningarskipið,
Petrel, sum fann vrakið.



 



Hetta er næsti
japanski flogberin, sum hetta sama kanningarfelagið hevur funnið hendan mánaðin.
Vrakið av Akagi varð funnið á 5.280 metrar dýpi í Kyrrahavinum – tætt við
Hawaii.



 



Bardagin við
Midway fór fram bara seks mánaðar eftir álopið á Pearl Harbor, og hetta var ein
avgerandi flotabardagi undir 2. veraldarbardaga.



 



Akagi flutti nógv
av teimum flogførum, sum lupu á Pearl Harbor í 1941, og sum gjørdi, at USA
formelt blandaði seg í 2. heimsbardaga.



 



Manningin á
Petrel hevur leitað eftir flogberanum í einum 500 ferkilometrar stórum øki.



 



Kelda: Maritime-Executive