Yvirmenn undir illgruna fyri at hava dripið skipara

Italska løgreglan hevur tikið tveir yvirmenn á MSC Giannina, sum eru undir illgruna fyri at hava dripið skiparan og blakað hann fyri borð, meðan skipið var á veg úr Gioia Tauro í Suðuritalia til Genoa í Norðuritalia.

54-ára gamli ukrainski skiparin varð síðst sæddur á lívi umborð á skipi sínum um kvøldið 18. oktober, hevur manningin greitt løgregluni í Genoa frá. Manningin hevði sjálv boðað løgregluni frá, at skiparin var horvin, og tí vórðu teir allir avhoyrdir, tá skipið kom til Genoa fríggjadagin 20. oktober.

Men ongin av manningini visti, hvat var hent við skiparanum. Undir eini nærri kanning umborð á skipinum fann løgreglan tó blóðspor, sum hevði við sær, at kanningin varð víðkað.

Og tað hevði við sær, at fyrsti og triði stýrimaðurin eru varðhaldsfongslaðir í Genoa eftir boðum frá ákærumyndugleikanum. Teir vórðu aftur avhoyrdir í fyrradagin, men ongir nýggir upplýsingar eru komnir út í sambandi við hesa avhoyringina.

Stýrimenninir eru eins og skiparin úr Ukraina.

Tað 2.000 TEU stóra skipið er framvegis hildið aftur í Voltri Terminal Europa beint vestanfyri Genoa.

Kelda: Splash