* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kathrine Kosan er nú skrásett í DIS.

J. Lauritzen flaggar út úr Bretlandi

Danska reiðaríið, J. Lauritzen, hevur gjørt av at lata gass-tangaskipið, Kathrine Kosan, flagga út úr bretsku skipaskrásetingini, og fer nú inn í DIS. Fleiri onnur reiðaríir hava seinastu tíðina flaggað út úr bretsku skipaskrásetingini - bæði orsakað av trygdarstøðuni í Persaflógvanum og orsakað av Brexit.


Átta tangaskip og ein bulkari eru farin úr bretsku skipaskrásetingini seinastu tríggjar vikurnar í kjalarvørrinum á vaksandi ótryggleikanum hjá skipum við bretskum flaggi, sum sigla gjøgnum Hormuzsundið í Persaflógvanum.


Seinasta skipið, sum er farið úr bretsku skipaskrásetingini, er 11.787 dwt stóra LPG-tangaskipið, Kathrine Kosan. Tað var eisini eitt av fyrstu skipunum, sum var noytt at verða í Persaflógvanum, eftir at iranska kollveltingarhirðin legði hald á Stena Impero. Skipið liggur nú fyri akker út fyri Jubail í Saudiarabia.


- Sum eitt danskt skrásett felag, sum arbeiðir undir donskum skattareglum, at tað politikkurin hjá J. Lauritzen at stuðla ”Dansk Internationalt Skibsregister” (DIS), tá vit halda tað vera rætt. Seinastu árini hava vit skrásett seks gass-tangaskip undir DIS, sigur felagið við Lloyds List.


Seinastu útflaggingarnar úr bretsku skipaskrásetingini koma aftaná stóra fallið í talið á skipum í bretsku skipaskrásetingini, sum Brexit er beinleiðis orsøk til.


Seinastu 12 mánaðirnar eru 145 handilsskip flaggaði út úr bretsku skipaskrásetingini, teirra millum eru skip hjá CMA CGM og Wallenius Wilhelmsen.


Kelda: Lloyds List/Shippingwatch