* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hendan ferjan skal nýtast sum karantenuskip til japanar, sum koma úr coronavirus-herjaða Wuhan-landslutinum í Kina.

Japan ger ferju tilreiðar til corona-smittaðar japanarar

Japanska verjumálaráðið hevur gjørt eina leigaða ferju klára at taka ímóti japanskum ríkisborgarum, sum koma heim úr Kina miðskeiðis í coronavirus-vørrinum. Samstundis halda avleiðingar av coronavirusinum fram at breiða seg til allar partar av shippingvinnuni.

 

Japanskir myndugleikar taka ongi óráð fyri í sambandi við niðurberjanina og útbreiðsluna av coronavirusinum, sum fyribils hevur rakt í minsta lagi 25.000 fólk í Kina. Fleiri miðlar vilja vera við, at veruliga talið av smittaðum eru fleiri hundraðtúsund bara í Kina.

 

Sum ein hátt at forða fyri at sjúkan breiðir seg í Japan, fara myndugleikarnir at nýta ferjuna, Hakou, sum hevur 95 kømur, sum karantenuskip til japanesar, sum koma úr kinesiska Wuhan-landslutinum, har virusurin byrjaði, skrivar World Maritime News.

 

Forstjórin í risa krússkipa-reiðarínum, Royal Caribbean, hevur kallað coronavirus-sóttina sum avgjørt ein hin størsta avbjóðingin yvirhøvur, men hann torir ikki at gita um avleiðigarnar fyri krús-vinnuna.

 

Umborð á reikferðaskipinum, Diamond Princess noyðast 3.700 ferðafólk og manning at finna seg í einar longdari ferð, tí skipið liggur 14 dagar í karantenu út fyri Yokohama, eftir at 10 fólk umborð eru smittað við vandamikla virusinum.

 

Kelda: Maritime Danmark / World Maritime New