* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kobe-skipasmiðjan í Japan.

Japanskar skipasmiðjur hava framgongd eftir sparingar

Nú gongur betri hjá japonskum skipsmiðjum. Tað sæst millum annað á roknskapunum.

 

Fleiri japanskar skipasmiðjur, sum eru á keypsskálanum, hava lagt fram roknskapir, sum vísa greiða framgongd fyrsta ársfjórðing í ár. Tað skrivar Fairplay.

 

Størsta skipasmiðjan, Japan Marine United Corporation (JMUC) hevur tvífaldað avlopið eftir munandi sparingar. Nettoúrslitið var seks ferðir størri enn undanfarna úrslitið.

 

JMUC-skipasmiðjan varð stovnað, tá Universal Shipbuilding Corporation og IHI Marine United vórðu løgd saman í eitt felag í 2013.

 

Mitsubishi Heavy Industries fekk besta úrslitið av skipasmiðjunum, sum eru á keypsskálanum, við einum avlopi upp á umleið 900 milliónir krónur.

 

Kelda: ShippingWatch