* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Japonsk fígging vinnur fram hjá reiðarunum

Fyrst kom Kina, og nú fylgir Japan eftir sum nýggj fíggingarkelda hjá reiðaríunum. Sambært Lloyd's List venda fleiri reiðarí eyguni móti japonskum leasingfeløgum, ið bjóða 100 pst. fígging av skipum fyri eina lægri rentu, enn bankarnir kunnu bjóða.

Sokallaðu JOLCO, japanese operating leases with call option, søkja í vaksandi mun avtalur við reiðarí uttanlands, tí íleggjararnir stríðast við negativar rentur á heimavølli. Lloyd's List hevur verið í sambandi við fleiri reiðarakeldur, ið meta, at avtalur við leasingfeløgini helst fara at liggja um 20-40 um árið, sum var púra óhoyrt fyri bara fimm árum síðani.

Reiðarí sum Peter Döhle, OOIL og CMA CGM er millum feløgini, sum longu hava gjørt nýtslu av fíggingarmøguleikanum. Eisini kinesisk leasingfeløg hava vunnið fram seinastu árini og hava eftirhondini fingið fatur á einum munandi parti av marknaðinum.

Mótsætt evropeisku bankunum seta kinesisku feløgini ikki somu krøv til eginfígging og trygd, og í fjør stóðu tey fyri 15 pst. av nýggjum avtalum innan maritima ídnaðin, vístu tøl almannakunngjørd á Marine Money-ráðstevnuni í summar.

Kelda: shippingwatch.dk