* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Jaspis sigldi í nátt á land í Kallsoynni.
Mynd: Skipini

Jaspis siglt á land

Partrolarin, Jaspis, sigldi í nátt á land í Kalsoynni.

 

Jn.fo skrivar í morgun, at Jaspis og Ametyst vóru á veg á fiskileið, tá óhappið hendi. Partrolararnir høvdu landað til Barðið fyrr í gjár, og vóru á veg aftur á fiskileið.

 

- Um 01.20-tíðina í nátt rendi Jaspis á land á Kallsoynni og stendur framvegis fastur.

 

Ametyst og Brimil eru hjá skipinum, skrivar www.jn.fo.

 

Ametyst og Jaspis landaðu annars 300.000 pund hjá Barðinum, og meginparturin var upsi.


Kelda: www.jn.fo