* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Jetferjan, sum seinnapartin leygardagin við fullari ferð sigldi á ein hval ella annað stórt havsúgdjór, og 80 fólk vórðu løstað.

Jetferja sigldi á hval: 80 løstað

Ein sonevnd “jetferja” sigldi leygardagin við fullari ferð á ein stórhval ella annað stórt havsúgdjór, og 80 ferðafólk vórðu løsta.

 

Óhappið hendi uttanfyri oynna, Sado, leygardagin. Tað boðar japanska sjóverjan frá. Sambært sjóverjuni hava 13 fólk fingið álvarsligar løstir.

 

Sambært reiðarínum, sum eigur jetferjuna, Sado Steam Ship Co., eydnaðist kortini ferjuni at sigla til lands. Sado liggur út fyri vesturstrondini á størstu japansku oynni, Honshu.

 

Ferjan, sum sigldi frá havnini Nigata á Honshu, hevði 121 ferðafólk og manningin taldi fýra.

 

Japanska sjóverjan kannar framvegis orsøkina til hendingina, sum fór fram seinnapartin leygardagin. Sjóverjan heldur, at ferjan má hava rakt ein hval ella annað stórt havsúgdjór.

 

Jetferjan hevur pláss fyri 250 ferðafólkum, og kann sigla við eini ferð upp á 87 km/t.


Kelda: Søfart/Kyodo News