* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Jólaveitsla á Tvøroyri

Hey øll. Ja so fara vit at royna naka heilt nýtt.

Vit hava gjørt avtalu við Seglloftið á Tvøroyri um at halda eina jólaveitslu Leygardagin tann 3. Novembur, har vit fara at hugna okkum saman.

Matskráðin er hendan

Fiskaforrættur, síðani Oxafillet við øllum møguligum góðum afturvið og konfektkøku við kroystum hindberjum og so ís og kaffi afturvið sum dessert.....

Og alt hettar fyri einans 400,- kr. fyri hvønn. Drekkjivørður eru IKKI innroknaðar í henda prísin. Tað má so hvør einstakur keypa á staðnum.
Tað verður so felagssangur við Harmoniku. Møguliga verður skipa fyri dansi aftaná. Lagt verður upp til at tit taka makan við. Eisini eru tit vælkomin til at melda vinir og kenningar til tiltakið. Tað er ikki eitt krav at viðkomandi er limur í felagnum.

Til tykkum norðanfyri so ber væl til at gista har suðuri. Tað er Gistingarhús nærhendis, har bíligt og gott er at búgva. Hotel er eisini beint við øki hjá Seglloftinum, men tað er væl dýrari.
Annars er møguleiki at yvirnátta umborð á Smyrli og so vakna blítt aftur í Havn umleið kl. 10.30 sunnumorgun. Tit kunna fara inná ''visitsuduroy'' fyri at kanna nærri um møguleikar og prísir.
Vinarliga melda til í seinasta lagi 28 Oktobur. Tilmelding skal sendast til teldupost adressuna: sonny@antares.fo

Gjaldast skal í seinasta lagið 31 Oktobur. Peningur fyri luttøku verður at flyta á konta nummar: 9181 - 478.043.6 í Eik banka.