* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja og nýskapandi ferjan hjá Color Line, Color Hybrid.

Jomfrútúrur útsettur einaferð enn

Color Line hevur útsett jomfrútúrin hjá nýggja “Color Hybrid” við einari viku. Grundin til tað er, at reiðaríið heldur skipið hava tørv á at koyra royndarprogrammið eitt sindur aftrat. Hetta er aðru ferð, at jomfrútúrurin verður útsettur.

 

Ulstein-skipasmiðjan lat eigarunum Color Hybrid hin 31. juli - nakað seinni enn ætlað. Síðani hevur verið royndarsiglt og ymsar aðrar royndir eru eisini gjørdar.

 

Upprunaliga var ætlanin, at jomfrútúrurin skuldi verða úr Sandfjord fríggjadagin 9. august, men nú er ferðin seinkað eina viku, boðar reiðaríið frá.

 

Fyrsti túrurin í vanligari rutur verður sostatt fríggjadagin 16. august kl. 10.00.

 

- Nógv ymiskt fylgir við einari so stórari og nýskapandi ætlan, sigur Lene Trude Solheim, samskiftisstjórin hjá Ulstein.

 

Kelda: Skipsrevyen