* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski útróðrarbáturin, Josberg.

Í september í fjør varð línu- og garnabáturin, Josberg, latin eigarum sínum í Noregi. Sniðið verður rópt “Skogsøy 70”, og GOT Skogsøy hevur smíðað. Tað er reiðaríið, Vito AS, sum hevur latið bátin byggja.

 

Josberg er ein útróðrarbátur, sum er riggaður til bæði línu- og garnafiskiskap. Stórur dentur er lagdur á trygd og góðar rýmingarvegir umborð, og skrokkurin er sniðgivin soleiðis, at spart verður upp á brennievnið – bæði við skrokki og vekt.

 

- Vit hava avhendað ein hátøkniligan útróðrarbát, við nógvum innovativum loysnum. Kombineraði garna- og línubáturin kann reka bæði sløgini av fiskiskapi samstundis, tí bara heilt smáar broytingar skulu til at fara frá til dømis garnafiskiskapi til línufiskiskap, sigur Andre Rustad, sum starvast hjá GOT Skogsøy.

 

Hann sigur eisini, at skipasmiðjan hevur megnað at gjørt hetta slagið av bátum soleiðis, at teir koma nærri málinum um 50 prosent sparing av brennievni.

 

Viðurskiftini umborð eru framkomin og nútímans, bæði hvat innrætting og fiskivinnutøkni viðvíkur. Nakað, sum skal betra um arbeiðsumstøðurnar umborð. Til dømis er bæði baðstova og venjingarrúm umborð.

 

Kelda: Maritimt.com