
Tá svenskir journalistar vóru á veg út at dokumentera gerningsstaðið við Nord Stream 1, fingu teir eitt heilt serligt uppkall.
Tað var danska blaðið Expressen, sum var fyrsti miðilin at almannakunngera myndir og video, har Nord Stream 1 var skrætt upp. Nú siga journalistarnir, at tað var ikki bara sum at siga tað at fáa myndirnar, og ávegis fingu teir eitt uppkall frá einum donskum herskipi.
Tað skrivar fakblaðið Journalisten.
Tað vóru teir báðir journalistarnir Mattias Carlsson og Erik Wikman, sum vóru farnir út í Eystrasalt, eftir at kanningarnar vóru lidnar, og at rørleiðingarnar ikki lóku meira gass.
Teir tóku eisini fyrivarni, og kunnaðu svensku sjóverjuna um arbeiðið teirra. Tað vóru nøkur onnur, sum settu seg í samband við teir, tá teir nærkaðust gerningsstaðnum.:
- Tá ið vit bara vóru 9 fjórðingar frá gerningsstaðnum, ringdi danska herskipið til okkara, sigur Erik Wiman til Journalisten.
Umborð á danska herskipinum vildu tey hava journalistarnar venda við fyri teirra egnu trygd, og vandan fyri fleiri spreingingum. Journalistarnir vistu kortini, at teir høvdu fullan rætt at halda fram, og tað gjørdu teir.
Eftir at hava leitað ein tíma, komu teir á staðið, og fingu sínar myndir og sjónbandabrot, teir ætlaðu sær.
Kelda: Søfart/Journalisten