* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kæra bót upp á 30 mió. NKR

Norska reiðaríið Remøy Havfiske AS kærir bótina upp á 30 miljónir norskar krónur, sum ein russiskur dómstólur dømdi reiðaríið í síðsta mánaða.

Tað váttar advokaturin hjá felagnum, veit NRK at siga.

-Vit fingu endaliga dómin sendandi 28. juli, og hann verður kærdur, áðrenn freistin er úti, skrivar Richard Bjerk, advokatur hjá Remøy Havfiske.

Upprunaliga kravið var 90 miljónir norskar krónur í veðhaldi, men í juli varð reiðaríið dømt eina bót upp á 30 miljónir.

Russiska sjóverjan helt rækjutrolaranum «Remøy» aftur frá 10. mai til 1. juni í Murmansk. Orsøkin var, at tað undir eini vanligari kanning umborð kom undan kavi, at trolarin ikki hevði loyvi at veiða rækjur í russiskum sjógvi.

Seinni vísti tað seg, at norska fiskimálaráðið ikki hevði útfylt loyvisskjalið rætt. Hetta hevur fiskimálaráðið viðgingið.

Tríggir føroyingar taldust millum manningina á "Remøy", tá trolarin varð tikin.

Kelda: maritime.no