* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Corvus Energy er ein av heimsins størst ravlaðsframleiðarum til maritima ídnaðin.

Kanadiskur ravlaðsrisi flytur til Noregs

Corvus Energy í Kanada verður partur av heimsins leiðandi maritimu tøknifrøði í Noregi, og sum mennir hybridrakstur innan sjóvinnuna.

 

Stórir ordrar uppá el-ferjur til norska marknaðin og ein eftirspurningur uppá ravlað til rakstur av hybridum maskinum í skipum í frálandsídnaðinum fær eina av heimsins størstu ravlaðsframleiðarum at flyta til Noregs.

 

Corvus Energy ætlar at byggja eina verksmiðju nærindis Bergen. Fyritøkan, sum millum annað hevur latið ravløð til stórar ætlanir í Danmark, ætlar at víðka arbeiðsøkið bæði í heimlandinum, nærindis Vancouver, og í Noregi. Tað fer væntandi at áttafaldað framleiðsluna hjá fyritøkuni.

 

Víðkanin í Vancouver tryggjar ein árligan framleiðslukapasitet upp á 200 MW/tímar, samstundis sum menningardeildin eisini fær nógv størri orku enn í dag, sambært Søfart.

 

“Ein elektrisk kollvelting er í gongd á maritima økinum, og vit vilja vera við til at lata bestu loysnirnar. Strategisku plássini hjá menningardeildum okkara og av framleiðsluútgerðini ger okkum før fyri skjótt og væl at royna og menna nýggjar skipanir, sum uppfylla framtíðar krøv hjá ídnaðinum. Haraftrat verður framleiðslan á nýggju verksmiðjunum automatiserað, og tað ger okkum kappingarfør,” sigur stjórin í Corvus Energy, Geir Bjørkeli.

 

Kelda: Søfart