Avgerðin hjá Vága floghavn at taka sær av tollfríu søluni, er ein fíggjarliga dyggur smeitur fyri Atlantsflog, og fólk stúra fyri, at tað fer at ávirka ferðaseðlaprísin. Tað er, um flogfelagið ikki tekur avgerðina sum eina avbjóðing, og fer at kappast við flogvøllin við at selja flogførunum sum fyrr.

Vága floghavn bjóðaði fyrr í ár tollfríu søluna í nýggju farstøðini út, men í gjár boðaði floghavnin frá, at floghavnin hevur tikið útbjóðingina aftur. Floghavnin fer sjálv at reka tollfríu sølubúðina í farstøðini, sum eftir ætlan skal verða liðug í summar.

Vil einki siga alment

Leiðslan í Atlantsflog vil einki siga alment um avgerðina. Flogfelagið er skrásett á keypsskálanum, og allar týðandi broytingar skulu um keypsskálan og íleggjararnar, áðrenn tær eru almannakunngjørdar, eru einastu boðini frá Atlantflogi higartil.

Tað framgongur ikki beinleiðis av roknskapinum, hvussu stórur partur av umsetninginum, tollfríu sigarettirnar, rúsdrekka, luktilsi og góðgæti er hjá flogfelagnum. Men sølan vaks í fjør, sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá Atlantsflogi fyri 2012, har sagt verður, at tollfría sølan vaks við níggju prosentum.


Kelda: KVF