* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Forstjórin í Boskalis, sum eigur bjargingarfelagið, Smit Salvage, ávarar í einum innslagi í hollendskum sjónvarpi um, at tað kann taka fleiri vikur at fáa Ever Given leysan aftur í Suez-veitini. Ein av truppulleikunum er, at skipið strandaði við hampuliga nógvari ferð, meðan tað var flóð.

 

- Vit kunnu ikki vísa aftur, at tað kann fara at taka fleiri vikur – alt eftir umstøðunum, segði Peter Berdowski, CEO í Boskalis, við hollendskt sjónvarp, sambært Reuters og Maritimedanmark.

 

Smit Salvage er, saman við einum japonskum bjargingarfelag, biðið um at hjálpa myndugleikunum í Suez at fáa skipið leyst og soleiðis lata upp aftur fyri nógvu ferðsluni í veitini, har meira enn 150 skip í løtuni bíða eftir at sleppa ígjøgnum.

 

Um serfrøðingurin í bjarging fært rætt, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri ein stóran part av alheims skipaferðsluni, sum vanliga nýtir Suez-veitina at stytta um flutningsteinin úr Ásia til Evropa.

 

- Tað er ein veldug tyngd, sum hvílir í sandinum. Vit kunnu koma at arbeiða við einum blandi av at minka um tyngdina við at beina bingjur av skipinum eins og olju og vatn. Samstundis sum sleipibátar og onnur før gera sítt, sigur Peter Berdowski.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark