* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kanna ECDIS-skipanirnar eftir ásiglingar

Danskir og enskir myndugleikar kanna ECDIS, skipanina aftanfyri elektronsku sjókortini, eftir at orsøkin til at enn eitt skip er farið á land verður sett í samband við, hvussu sjófólk brúka skipanirnar. Mangt bendir á, at tær meira eru gjørdar til at taka atlit at IMO-krøvum enn tørvin hjá brúkarunum.

“Støðugt fleiri prógv eru fyri, at fyrsta útgávan av ECDIS-skipanini í høvuðsheitum varð sniðgjørd til tess at halda standardirnar, sum IMO krevur, við harav fylgjandi vantandi uppmerksemi á tørvinum hjá brúkarunum,” verður sagt í eini kanning hjá Marine Accident Investigation Branch (MAIB) í Bretlandi.

Hetta hevur havt við sær, verður sagt víðari, at ECDIS-skipanirnar ofta ikki eru hugskygnar at brúka og vanta neyðuga virkisførið, tá tað kemur til at kunna leggja eina nágreiniliga rutu í grunnum farvøtnum.

Ensku myndugleikarnir samstarva maritimu skaðanevndina í Danmark um eina neyva kanning av, hvussu ECDIS-skipanir í dag verða brúktar, tá tað snýr seg um at veita dátu, ið kunnu brúkast til at betra virkisførið í framtíðar ECDIS-skipanum.

Kanningin varð sett í verk, eftir at farmaskipið Naviera Murueta fór á land við Haishorough Sand út fyri Eysturonglandi 3. desember í fjør.

Her vóru ávararar í ECDIS-skipanini, ið kundu havt ávarað um vandan at taka botn, antin sløktir ella læt manningin ikki við seg koma.

Kelda: TradeWinds.