* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kanningar farnar í gongd umborð á Maersk Interceptor

Norska løgreglan hevur givið navnið leyst á norðmanninum, sum doyði eftir vanlukkuna á Maersk Interceptor í síðstu viku. Tað var tann 43-ára gamli Freddy Olsen úr Arendal, sum doyði, tá hann datt av boripallinum og 50 metrar niður á sjógv undir viðlíkahaldsarbeiði. Løgreglan er nú í ferð við at kanna málið.

”Vit eru í ferð við at kanna málið og gera ymsar tekniskar kanningar umborð”, sigur løgregluadvokaturin Lars Fredrik Bråten. Hann upplýsir, sambært Stavanger Aftenblad, at løgreglan er umborð á pallinum bæði við rannsóknarfólki og teknikarum.

Tað var undir viðlíkahaldsarbeiði á eina sjópumpu í einum av beinunum á pallinum, at vanlukkan hendi. Fýra persónar vóru við í arbeiðnum, tá vanlukkan hendi. Tveir teirra fingu ongan skaða.

Smálutirnir eru enn ikki greiddir, men maðurin datt 50 metrar niður á sjógv, har hann varð tikin upp av einum standby skipi, áðrenn hann varð fluttur við eini SAR-tyrlu til Haukeland Universitetssjúkrahúsið í Bergen.

Ein annar Maersk-meðarbeiðari fekk ein lut oman yvir seg. Hann varð fluttur við tyrlu til Stavanger Universitetssjúkrahús. Støðan hjá tí 37-ára gamla manninum er álvarsom, men hann er tó uttan lívsvanda, sambært upplýsingum frá sjúkrahúsinum. 

Arbeiðið á pallinum varð steðgað eftir vanlukkuna. Norska Kolvetniseftirlitið kannar eisini vanlukkuna á Maersk Interceptor og er á pallinum saman við løgregluni.

Kelda: Stavanger Aftenblad