* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kappingarmyndugleikarnir góðkent norska reiðarísamanlegging

Norska kappingareftirlitið hevur góðkent, at frálandsreiðaríini Deep Sea Supply, Farstad og Solstad skipa seg í eitt stórt felag. Tað skrivar Dagens Næringsliv.

Nýggja reiðaríið Solstad Farstad verður við einum flota upp á 154 skip ein av heimsins størstu high-and offshore-supply-flotum og fær høvuðsstøð í Rogalandi.

"Vit hava mett, um samanleggingin fer at forða stórvegis fyri effektivari kapping. Tað halda vit ikki, at hon ger," sigur virkandi deildarstjórin Eivind Campbell Lillesveen í norska kappingareftirlitinum.

Samanleggingin av teimum trimum feløgunum er partur av eini størri konsolidering av norsku frálandsvinnuni, sum er hart rakt av lága oljuprísinum.

Tað eru teir báðir norsku íleggjararnir Kjell Inge Røkke og John Fredriksen, sum standa aftanfyri samanleggingina umvegis feløg síni Aker Capital og Hemen Holding, meðan Solstad-familjan er stórpartaeigari.

Kelda: shippingwatch.dk