* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kappingarneytar stinga av frá Maersk Line

Maersk Line er vaksið minni enn marknaðurin í fjórða ársfjórðingi av 2017, um hugt verður burtur frá vøkstrinum, ið stavar frá tilkeypta reiðarínum Hamburg Süd. Tað sigur Lars Jensen, greinari í Seaintelligence við dagblaðið Børsen.

"Frádrigið Hamburg Süd, so er Maersk Line vaksið við 3,7 pst í fjórða ársfjórðingi og Marknaðurin er vaksin 4,3 pst. mált í vavi", sigur Lars Jensen við Børsen.

Fallandi marknaðarluturin hendir samstundis við, at Maersk Line fær tilført mong nýggj skip.

"Trupulleikin er, at Mærsk sigur, at tey vilja økja sín marknaðarlut og hava fingið munandi fleiri skip, altso økt sín egna kapasitet - eisini meira enn marknaðarvøksturin - so tey eru noydd at gera okkurt. Annaðhvørt noyðast tey at skerja sín kapasitet ella fáa størri marknaðarlut - annars samspæla tingini ikki", sigur greinarin við blaðið.

Maersk Line hevði í 2017 samanlagt eina umsetningsframgongd upp á slakar 15 pst. til 23,8 mia. dollarar við einum undirliggjandi rakstrarúrsliti upp á 541 mió. dollarar, svarandi til eina framgongd upp á 905 mió. dollarar, sum er á støði við egna spádómin hjá reiðarínum.

Flotin hjá bingjureiðarínum umfataði við árslok 2017 tilsamans 287 egin skip og 389 leigaðiskip við einum samlaðum kapasiteti upp á 3.564.000 TEU, sum er ein hækking upp á 10,0 pst. í mun til árslok 2016.

Kelda: Dagbladet Børsen