
Týska reiðaríið, Hapag-Lloyd, keypir hollendska bingjureiðaríið, Niledutch, fyri at styrkja støðu sína í Afrika. Niledutch siglir á tíggju farleiðum millum Vesturafrika og restina av heiminum við einari orku upp á 35.000 teu og einari samlaðari flotaorku upp á 80.000 teu.
- Strategiskt er Afrika ein týdningarmikil marknaður fyri Hapag-Lloyd. Niledutch fer at styrkja støðu okkara í Vesturafrika og fer at víðka okkara marknað í økinum, sigur Rolf Habben Jansen, CEO í Hapag-Lloyd.
Hapag-Lloyd hevur keypt hollendska reiðaríið, eftir at tað í farna mánaði boðaði frá rættiliga stórum vøkstri í eftirspurninginum eftir bingjuflutningi, og tað hevur givið hægri farmaprísir.
Við einum flota upp á 234 bingjuskip og einari orku upp á í alt 1,7 milliónir teu, er Hapag-Lloyd komið á fimtapláss á listanum við heimsins størstu bingjureiðaríum.
Kelda: Hapag-Lloy / Maritimedanmark