* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Karstensens Skipasmiðjan væntar afturgongd í 2020-umsetninginum

Aftaná eitt gott úrslit í 2019 síggja koronaavbjóðingarnar, hóast eina góða ordrabók, út til at minka umsetningin hjá Karstensens Skipasmiðjuni.

 

Í ordrabókini eru 16 nýggj skip, sum íalt hava eitt virði upp á 2,5 milliardir krónur, og útlit eru eisini til størri umvælingar á umvælingardeildini hjá Karstensens Skipasmiðjuni. Sum heild heldur skipasmiðjan grundarlagið vera gott fyri framtíðina. Tað er bara hendan koronakreppan, sum órógvar.

 

- Kovidfarsóttin ávirkar bæði framleiðslu, kundar og útvegarar. Tí verður roknað við minni umsetningi í 2020. Hóast truplu uttaru umstøðurnar, stuðla starvsfólk, útvegarar og kundar skipasmiðjuna fyri at kunna loysa avbjóðingarnar so væl sum gjørligt, skrivar skipasmiðjan í sambandi við, at roknskapurin fyri 2019 varð almannakunngjørdur.

 

Skipasmiðjan sigur kortini, at skipasmiðjan sær ja-liga uppá 2020, og at útgangsstøðið er bara gott. 2019 endaði við 31,5 milliónum krónum í avlopi. Árið fyri hevði skipasmiðjan 18,5 milliónir krónur í avlopi.


Nógvir føroyingar hava latið bátar og skip síni smíðjað á Karstensen Skipasmiðjuni í Skagen.

 

Kelda: Søfart o.o.