* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Karstensens upp um eina miljard í umsetningi í 2016

Skipasmiðjan Karstensens í Skagen hevði í 2016 ein umsetning upp á góðar 1,2 mia. kr. og eitt úrslit upp á slakar 19,5 mió. kr. Skipasmiðjan við 12 skipum í ordrabókini hevur bjartar vónir um framtíðina og kundi í 2016 økja talið á starvsfólkum úr 289 til 321.

Skipasmiðjan norðast í Danmark sló ikki metúrslitið frá 2015 upp á 26,5 mió. kr., men kann staðfesta eina framgongd í umsetninginum upp á 150 mió. kr., fýra avhendingar av nýbygningum og eina ordrabók upp á 12 skip, ið skulu latast í 2017-19.

“Vit vænta eina góða gongd í 2017. Felagið hevur sum fyrr nevnt ordrar upp á nýbygningar, ið skulu latast í ár. Vit vænta eitt nøktandi úrslit í 2017,” skrivar felagið í ársfrágreiðing síni.

Karstensens Skibsværft er í ár 90 ára gamalt og var ein familjufyritøka inntil 2003, tá stjórin Knud Degn Karstensen tók stig til eitt ættarliðsskifti við at selja 35 pst. av partabrøvunum til fimm leiðandi starvsfólk, men eigur framvegis meirilutan umvegis holdingfelagið KDK Holding.

Kelda: Karstensens Skibsværft A/S/maritimedanmark.dk