* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Karstensen Shipyard Poland, eitur nýggja skipasmiðjan, sum Karstensen-skipasmiðjan í Danmark hevur leigað í Gdynia í Póllandi.

Karstensen-skipasmiðjan vil sjálv smíða skrokkar

Danska Karstensen-skipasmiðan sigur í tíðindaskrivi, at tey fara í framtíðini at leggja dent á sjálvi at smíða skrokkarnar á skipum, sum skipasmiðjan annars er von at gera liðug.

 

Danska skipasmiðjan hevur leigað skipasmiðuútgerð frá Vistal Offshore í Gdynia í Póllandi, og nýggi parturin hjá Karstensen-skipasmiðjuni hevur fingið navnið “Karstensen Shipyard Poland.”

 

Leigumálið byrjar longu 1. juli í ár.

 

Skipasmiðjan sigur í tíðindaskrivi, at endamálið er at gerast harrar yvir egnari framleiðslu og sjálvi at standa fyri sniðgeving, smíðingini og útgerðini til skipini.

 

Nýggja skipasmiðjan, sum er frá 2013, er millum annað útgjørd við tveimum hallum upp á 200 metrar x 30 metrar x 30 metrar.

 

Við eini ordrabók uppá 13 skip, sum skulu vera liðug komandi tvey árini, sær danska fiskiskipa-skipasmiðjan fram til at fáa ræði á allari framleiðsluni.

 

Karstensen-skipasmiðjan hevur longu frammanundan 10 skipsverkfrøðingar og inspektørar í arbeiði í Póllandi. Teir hava havt til uppgávu at tryggja- og fylgja við teimum skrokkum, sum Karstensen-skipasmiðjan hevur havt ábyrgdina av, og sum eru smíðaðir í Póllandi.

 

Kelda: Skipsrevyen