* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Katalysatorur beinir fyri sóti og bitlum

Haldor Topsøe hevur ment ECO-Jet, sum er ein katalysatorreinsingarskipan, ið kann minka útlátið av sóti og bitlum við heilum 95 prosentum frá skipum, ið brúka tunga fuel olju. Katalysatorurin kann harumframt samskipast við ein scrubbara, so eisini svávul kann beinast burtur. Nú er ECO-Jet í uppskoti at fáa "Ingeniørens produktpris 2014."

”Vit hava skapt fyrstu brúkiligu katalytiska mátan at beina burtur bitlar, ið standast av útláti frá millum annað stórum ferðamannaskipum. Higartil hava skip, ið brúka tungolju, ikki kunnað avmarkað útlátið av skaðiligu bitlunum stórvegis. Tað kunnu tey nú”, sigur Keld Johansen, granskari hjá Haldor Topsøe. 

Katalysatorurin er bygdur á grundevnið vanadium, ið er integrerað í eitt siliciumkarbid bitlafiltur. Alternativt kunnu skipini brúka marinu umhvørvisdiesel, hvørs svávulinnihald liggur upp á 0,1 prosent ístaðin fyri tey 3,5 prosentini í tungu fuel oljuni. Men tað er sera kostnaðarmikið. 

”Skipaídnaðurin hevur í mong ár nú kjakast um umhvørvisdiesel. Trupulleikin er bara framvegis, at kapasiteturin á reinsingarvirkjunum kring heimin er ov lítil til at kunna avloysa tungu fuel oljuna. Tí er neyðugt at viðgera hesa oljuna á annan hátt. Og tað kann gerast nú við hesi her katalysatortilreinsingarskipanini”, sigur Keld Johansen. 

Av øðrum granskingarverkætlanum hjá Haldor Topsøe kann eisini nevnast, at Haldor Topsøe í samstarvi við Alfa Laval hevur ment ena SCR-skipan, ið kann reinsa útstoytsroyk fyri NOx.


Kelda: ing.dk