* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kavarar hava funnið stóra rivu í skrokkinum

Kavarar hava verið niðri og kanna skrokkin á stóra “VLOC-skipinum”, Polaris Banner, sum liggur á einum sandrivi við stórari slagsíðu einar 100 kilometrar uttanfyri brasilsku strondina. Har hava teir funnið eina 25 metrar langa rivu í stýriborðssíðu á risaskipinum, sum hevur 294.000 tons av jarnmálmi umborð.

 

Veðrið hevur higartil forðað fyri, at tað hevur borið til at sæð, hvussu nógvur sjógvur er komin í skipið. Enn veit heldur ongin, hvar í skrokkinum, sjógvurin lekur inn. Umleið 4.000 tons av brennievni er umborð.

 

Sambært bjargingaræltanini fara serfrøðingar í gongd við at tøma brennievni úr skipinum í komandi viku.

 

Brasilsku myndugleikarnir eru í ferð við at kanna, um skipið rakti ein lut á havbotninum á veg út gjøgnum siglingarrennuna í Maranhao, sum skipaeigarin heldur uppá, ella um skipið longu hevði fingið skaða, tá tað kom til Brasil.

 

Oljubletturin, sum hevur verið at sæð við hetta stóra skipið, er nú burtur.

 

Verður tað hildið at vera trygt at hála skipið leyst av sandrivinum, fara bjargingarfólk at gera eina roynd at sleipa tað til nærmastu havn, har jarnmálmurin kann verða tikin í land.

 

Tað fer ivaleyst at krevja, at skipið verður fyribils umvælt á staðnum, soleiðis at tilber at pumpa sjógvin úr lastini.

 

Manningin er farin av skipinum í øllum góðum.

 

Kelda: Maritime Danmark