* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Enska kemikaliutangaskipið, Duke, var statt í Guineavíkini, tá tað var rænt, og 20 av manningini tikin til gísla. Bara ein, ein nigerianari, slapp undan.

Kemikaliutangaskip rænt í Vesturafrika

Eitt enskt kemikaliutangaskip er rænt út fyri Vesturafrika, og 20 av manningini eru eftir øllum at døma tikin gíslar.

 

Talan er um eitt skip, sum V. Ships ger út, og sum er rænt uttanfyri Togo í Vesturafrika. Ránið hendi sunnudagin, tá seks sjórænarar tóku seg umborð á kemikaliutangaskipið, Duke, umleið 213 kilometrar uttanfyri Lome í Togo.

 

20 av manningini eru tikin gíslar, og øll eru úr India. Ein av manningini slapp undan, og hesin er nigerianskur ríkisborgari.

 

Trygdarfelagið Dryad Global skrivar, at talan eftir øllum at døma var um seks sjórænarar, sum gingu upp á skipið, meðan tað sigldi, og øll manningin – uttan ein, varð tikin til gísla.

 

Tað er bretska reiðaríið, Union Maritime, sum eigur skipið, meðan V. Ships rekur tað. Bæði feløgini vátta hendingina fyri Tradewinds.

 

Seinastu tíðina eru fleiri skip álopin uttanfyri Vesturafrikansku strondina. Síðani november eru fimm tanga- og turrlastskip rænd. Sambært Dryad Global er ránið av Duke størsta álopið í 2019.

 

Sambært Lloyds List royna eigararnir og útgerðarfelagið at fáa samband við manningina og ránararnar.

 

Kemikaliuskipið, Duke, siglir undir flaggi á Marsjalloyggjum, sambært Lloyds List.

 

Kelda: Shippingwatch