* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Keypmannahavn ársins ferðaskipahavn í Evropa

Í harðari kapping við Istanbul og Tallinn er Keypmannahavnar Havn kosin sum ársins evropeiska ferðaskipahavn fyri framúrskarandi tænastu og góðar umstøður við trimum nýggjum farstøðum. Reiðaríini geva eisini góð skoðsmál, og ferðslutrupulleikar hava eftir øllum at døma ikki ávirkað dømingina.

”Eitt risastórt cadeau til okkum og stóra arbeiðið hjá samstarvspartnarum okkara við at menna Keypmannahavn sum leiðandi ferðamálið í Baltikum og Norðurevropa,” sigur Arnt Møller Pedersen við standby.dk. Hann viðgongur, at hann óttaðist fyri, at heiðurslønin fór til Istanbul, orsakað av stóra fokusinum á Miðjarahavið.

Keypmannahavn hevur gjøgnum tíðirnar fingið nógvar heiðurslønir, størri og smærri, men hesa ferð er talan um mætu "Cruise Port of the Year”. Ein dómsnevnd, mannað við 12 serfrøðingum og øðrum umboðum fyri ferðaskipavinnuna, valdi Keypmannahavn á stórari ferðaskipastevnu í Barcelona síðsta vikuskiftið.

Tað var ein stoltur ferðaskipastjóri í Keypmannahavnar Havn, Arnt Møller Pedersen, ið tók ímóti heiðrinum frammanfyri 2.000 umboðum í leikhúsinum í Barcelona.

”Vit heysta samstundis úrslitið av stóru íløgum okkara í at bøta um umstøðurnar hjá reiðaríunum og ferðafólkunum við eini nýggjari atløgubryggju og trimum nýggjum farstøðum. Eitt av størstu reiðaríunum í ár hjá okkum segði mær í Barcelona, at líkt er til, at Keypmannahavn eisini hevur fingið bestu ummæli frá mongu túsund ferðafólkum teirra, ið verða biðin um at siga sína hugsan um ársins bestu ferðaskipahavn”, sigur Arnt Møller Pedersen.

Kelda: standby.dk