* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kim Jong-un vil hava hetta flótellið burturbeint sum skjótast, tí tað vóru suðurkorear, sum stóðu fyri at seta tað upp í Norðurkorea.

Kim Jong-Un skoytir ikki um heimsins fyrsta flótandi hotell

Í gjár, hósdagin, gav norðurkoreiski einaræðisharrin, Kim Jong-un, boð um at beina burtur eitt væl dámt ferðamál, Mt. Kumgang, sum heimsins fyrsta flótandi hotell er partur av.

 

Tað 200 rúm stóra flótandi hotellið – ella flótellið, Sea Kumgang Hotel, hevur verið nýtt til ferðafólk seinastu árini, og tað vóru suðukorear, sum settu tað upp í Norðurkorea fyri pápa Kim Jong-Un, Kim Jong-il.

 

At tað var Suðurkorea, sum stóð fyri arbeiðinum at seta flótellið upp í Norðurkorea, hevur nú fingið Kim Jong-Un at geva boð um at beina alt hetta ferðamálið burtur.

 

Flótellið var annars upprunaliga smíðað í Singapor í 1987 sum John Brewer. Ein avstralskur byggiharri, Doug Tarca, bílegði til at brúka sum flótandi stuttleikastað við Great Barrier Reef.

 

Kelda: Maritime Executive